Talgildur bóklingur um Luther

Talgildur bóklingur um Luther
Í 2017 hátíðarhelt Evangeliska lutherska kirkjan, at 500 ár vórðu liðin síðan reformatiónina. Nógv tiltøk vórðu hildin víða um heimin, eisini í Føroyum.
Uni Næs frá Føroyskum Kirkjumáli, og Ólavur í Geil, ið hevur samskipað talgilda bóklingin.
Mynd: Jórun Johannesen.  
 
10.11.2023 - 19:39

Í gjár 10. november var føðingardagur Martin Luthers, sum var føddur í 1483.

Og júst í gjár gav Føroyskt Kirkjumál út bóklingin "Reformatiónin 500 ár 1517-2017", ið er eitt yvirlit yvir tiltøk, sum vóru á skránni fyri seks árum síðan.

Tað sermerkta við hesum bóklingi er, at tilfarið gevur talgilda atgongd til nógv av tiltøkunum um reformatiónina, sum vórðu send í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Tilfarið er upplýsandi, og við ávísum tillagingum er hetta væl egnað í undirvísingarhøpi í skúlum, kirkjum og samkomum, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083