Samgongan ein frammaná

Samgongan ein frammaná
Anstøðuflokkarnir fáa meirilutan í nýggjari veljarakanning
Úrslitið av veljarakanningum samanborið við løgtingsvalið í fjør. Bláu stabbarnir er úrslitið av løgtingsvalinum, meðan reyðu stabbarnir er úrslitið av nýggjastu veljarakanningini. Gráu stabbarnir vísa úrslitið frá veljarakanning gjørd í juni í ár.
Mynd: portal.fo  
 
11.11.2023 - 10:40

Samgongan fær ein ordans frammaná og hevði so dyggiliga mist meirilutan, um val var í dag. Tað sigur nýggj veljarakanning, sum portal.fo kunnger í morgun.

Tað er spyr.fo, sum hevur gjørt kanningina.

Kanningin varð gjørd hósdagin, also áðrenn avgerðin um at fara at samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðusáttmála var kunngjørd í gjárkvøldið.

Sambært veljarakanningini hevði Fólkaflokkurin verið nógv tann størsti flokkurin.

Hann hevði fingið 10 tinglimir, fýra fleiri enn í dag, og næstan 29,5 prosent av atkvøðunum.

Sambandsflokkurin hevði eisini havt framgongd og fingið 8 tinglimir - ein meira enn í dag, og 24,2 prosent av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu tískil kunnað skipað samgongu einsamallir, høvdu teir viljað tað.

Javnaðarflokkurin er stóri taparin í veljarakanningini hjá Portalinum. Hann stendur bert at fáa 6 tinglimir. Í løtuni hevur hann 9. Javnaðarflokkurin fær tí bert undirtøku frá 18,2 prosentum av teimum spurdu - ein afturgongd upp á 8,4 prosentstig í mun til løgtingsvalið fyri knøppum ári síðani.

Tjóðveldi missir eisini undirtøku. Tey seks løgtingsumboðini tódna niður í 5. 14,3 prosent av teimum spurdu høvdu atkvøtt fyri Tjóðveldinum. Ein afturgongd upp á 3,4 prosentstig.

Triði samgonguflokkurin, Framsókn, missir somuleiðis undirtøku. Hann fer niður aftur á tvey tingumboð - í løtuni hevur Framsókn trý. Afturgongdin er 2,3 prosentstig.

Miðflokkurin, sum er í andstøðu, er í somu støðu sum samgonguflokkarnir, tí hann missir eisini undirtøku. Tó ikki nóg mikið til at tingmanningin minkar, tí hann varðveitir síni bæði umboð.

Sjálvstýrið kom ikki upp um tinggáttina í hesi veljarakanningini.

Samanumtikið eru tað bert 37,7 prosent av teimum spurdu, sum høvdu atkvøtt fyri flokkunum, sum í løtuni manna landsstýrið.

Hesir flokkar fingu 51,8 prosent av atkvøðunum til seinasta løgtingsval.

Harafturímóti atkvøða knapt 60 prosent av teimum spurdu fyri sitandi andstøðuflokkum.

Av teimum spurdu eru tað 12,5 prosent, sum ikki hava tikið støðu, 2,4 prosent høvdu ikki farið á val, meðan 2,6 prosent høvdu atkvøtt blankt.

500 fólk vóru spurd í kanningini, og óvissan er upp til 3,3 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098