Ov nógv stríð at finna fram útlendingar í Føroyum

Ov nógv stríð at finna fram útlendingar í Føroyum
Ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum vil ikki seta pengar av til slíka kanning
Kaare Dybvad Bek er útlendinga- og integratiónsráðharri í Danmark.
 
14.11.2023 - 08:17

Tað er sum skilst ov nógv stríð at finna fram allar teir útlendingar, sum búgva í Føroyum og hava fingið undantaksloyvi til danskan ríkisborgararætt seinastu 20 árini, frá 2002 til 2022.

Tað skal gerast manuelt, og Kaare Dybvad Bek, útlendinga- og integratiónsráðharri, vil ikki seta pengar av til slíka kanning.

Tað er svarið, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fekk frá ráðharranum í gjár.

 

Nógv fleiri útlendingar í Føroyum

Sjúrður Skaale spurdi, hvussu nógv søktu um undantak fyri at fáa ríkisborgararætt, hvussu nógv fingu undantakið, og hvussu nógv ikki fingu undantak. Hann vildi hava tølini fyri hvørt ár sær. 

Sjúrður Skaale sigur, at fólk, sum eru fødd í øðrum londum, eru vorðin nógv fleiri í Føroyum seinastu árini.

Tí eru væntandi eisini nógv fleiri, sum hava søkt um danskan ríkisborgaraskap.

Men eingi tøl eru um hetta. Og tey koma heldur ikki nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083