Verkfallið er av

Verkfallið er av
Ruth Vang og Óluvá í Gong hava júst undirskrivað semju
Tær smílast, nú verkfallið er av
 
14.11.2023 - 21:40

Seks vikur drúgva verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er av. Fyri løtu síðani skrivaðu Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar undir semju í hølunum hjá Semingsstovninum á Tinghúsvegnum í Havn.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at tað eydnaðist at fáa partarnar at ganga við til ein trý ára sáttmála. Hann vil tó ikki koma nærri inn á tey nágreiniligu tølini í sáttmálanum, tí tað vil hann helst, at partarnir sjálvir koma út við.

- Hetta hava verið drúgvar, truplar og strævnar samráðingar, sigur Terje Sigurðsson, sum tó fegnast í kvøld, nú tað umsíðir eydnaðist at fáa partarnar at møtast.

- Nú var tíðin búgvin, snøgt sagt, sigur Terje Sigurðsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083