Royndarsigla Teistan í næstu viku

Royndarsigla Teistan í næstu viku
Siglt verður á nólsoyarleiðini mánadagin og á kalsoyarleiðini týsdagin
Nú verður royndir gjørdar við Teistanum á nólsoyar- og kalsoyarleiðini.
 
16.11.2023 - 14:27

Strandferðslan fer í næstu viku at royndarsigla Teistan á kalsoyar- og nólsoyarleiðini.

Endamálið við er at vita, hvussu skipið roynist á farleiðunum, og hvussu tað riggar at leggja Teistan at í Nólsoy og á Syðradali.

Royndarsiglingin á nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á kalsoyarleiðini týsdagin 21. november. 

 

Broytingar í siglingini

Báðar dagarnar verða broytingar í siglingini.

Ternan fer á sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á hestleiðina.

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt samanborið við  hini skipini hjá Strandferðsluni.

Teistin er frá 2001, og fyri tíggju árum síðani var orkuverkið umborð skift.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928