Mentanardepil í Vestmanna

18.11.2023 - 12:08
InnlendisSamfelag
Mentanardepil í Vestmanna
Ætlanin er at umskapað gomlu faktorhúsini og pakkhúsið í Vestmanna til ein mentanardepil
Gomlu faktorhúsini og gamla fabrikkin sum ein mentanardepil

Síðst í septembur mánaði í ár, setti Vestmanna kommuna gomul faktorhúsini og pakkhúsið inni á Fitjum til sølu.
Kommunan yvirtók húsini fyri á leið 25 árum síðan. Eftir hetta hava húsini staðið, meir ella minnið óbrúkt.
Men nú eru útlit fyri lívi í húsunum og økinum inni á Fitjum aftur, tí her skal nýggi mentanardepilin í Vestmanna verða.
Jonhard Mikkelsen, er ein av høvuðsfyrireikarunum aftanfyri verkætlanina. Hann sær stórar møguleikar fyri sær.
Faktorhúsið á Fitjum í Vestmanna, er eitt av trimum faktorhúsum í landinum. Hini bæði eru á Tvøroyri og í Klaksvík.
Tað var her at faktorurin, ella í nútímans máli; handilsleiðarin hjá kongaliga einahandlinum helt til.

Faktorhúsini eru frá 1835 og pakkhúsið er frá 1865.

Stendur tað til Jonhard Mikkelsen, so verður farið ígongd, skjótast gjørligt.

Sí fleiri myndir her.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425