Veljarakanning: Beinir Johannesen bjóðar av

Veljarakanning: Beinir Johannesen bjóðar av
Í eini veljarakanning hjá portal.fo og Blaðið Vikuskiftið, fær Beinir Johannesen undirtøku frá 22,5 prosentum av teimum spurdu.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum
 
18.11.2023 - 12:36

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, bjóðar nú Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Bárði á Steig Nielsen, undanfarna løgmanni, av í kappingini um at gerast løgmaður eftir næsta løgtingsval.

Í veljarakanningini, sum Portal.fo og Blaðið Vikuskifti hava latið gjørt, fær Beinir Johannesen undirtøku frá 22,5 prosentum av teimum spurdu.

Sostatt er hann ikki so langt aftan fyri Bárð á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen, sum fáa undirtøku frá ávikavist 28,1 og 25,1 prosenti av veljarunum.

Høgni Hoydal, sum er fjórði floksformaðurin, ið verður nevndur í kanningini, fær bert undirtøku frá 6,1 prosenti av veljarunum.

- Kanningin er áhugaverd, og speglar vánaliga valið, sum núverandi samgonguflokkar høvdu fingið, um val var nú, skrivar Portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392