Oljudálking: Trupult at vera tann lítli móti teimum stóru

19.11.2023 - 14:01
Innlendis
Oljudálking: Trupult at vera tann lítli móti teimum stóru
- Tað er ikki lætt at vera lítil og stríðast ímóti teimum stóru

Tað sigur Reidar Simonsen, vinmaður hjá Árna Vilhelm í Froðba, sum eigur jørðina, ið varð oljudálkað fyri seks árum síðani.

Nú eru bæði Effo og Landsverk frídømd ávíkavist í Føroya rætti og Eystara landsrætti.

Tað eru skjótt seks ár síðani, at 1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba eina januarnátt í 2018.

Ákæruvaldið kravdi, at Landsverk fekk 150.000 kr. í sekt og Effo 200.000 kr., tí Effo er dømt fyri eitt líkt mál í 2016.

Føroya rættur fríkendi Effo, men staðfesti at Landsverk hevði ábyrgdina.

Landsverk var dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina.

Landsverk appelleraði til landsrættin, sum nú hevur frídømt Landsverk.

Trøðin hjá Árna Vilhelm, sum er við tyrlupallin, kann framvegis ikki brúkast.

Nú eru ikki nógvir møguleikar eftir at troyta fyri at fáa endurgjald
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375