Royna Teistan á nólsoyarleiðini í dag

Royna Teistan á nólsoyarleiðini í dag
Í morgin verða royndir gjørdar á kalsoyarleiðini
Í dag og í morgin verða royndir gjørdar við Teistanum á nólsoyar- og kalsoyarleiðini.
 
20.11.2023 - 08:26

Teistin fer í dag at royna seg á nólsoyarleiðini.

Og í morgin fer hann at royna kalsoyarleiðina.

Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn sandoyarleiðini. 

Hann skal annars seljast sambært uppskoti um fíggjarlóg fyri 2024, har landsstýrið væntar at fáa 30 mió. kr. fyri hann.

Meðan Teistin ger royndirnar í dag og í morgin, fer Ternan á sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam á nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á hestleiðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928