Arbeiðsgevarar: Kommunur eiga ikki at seta pening í bústaðarfeløg

Arbeiðsgevarar: Kommunur eiga ikki at seta pening í bústaðarfeløg
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at uppskotið fer at minka áhugan at byggja bústaðir, og vinnan skal nú eisini kappast við kommunur um bústaðarbygging
Arbeiðsgevarafelagið heldur tað vera rættari at lata leigarum býlisstuðul enn at lata stuðul til almenn bústaðarfeløg. (Savnsmynd)
 
22.11.2023 - 08:50

Vinnan heldur ikki, at kommunurnar skulu seta pengar í almenn bústaðarfeløg.

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá, at kommunur skulu seta 10 til 20 prosent sum innskotskapital í almenn bústaðarfeløg saman við Bústøðum.

Hetta er eitt av uppskotunum hjá landsstýrinum um broytingar í lógini um Húsalánsgrunnin.

Arbeiðsgevarafelag hevur havt uppskotið um lógarbroytingar til hoyringar.

 

Minkar áhugan fyri bygging

Tað sigur stutt og greitt, at uppskotið fer sannlíkt at minka um áhugan at byggja bústaðir.

Talan er um innskot, sum ikki skal forrentast, og kappingin á bústaðarmarknaðinum verður tí  skeiklað, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Vinnan skal nú eisini kappast við kommunur, umframt Bústaðir, um bústaðarbygging.

Arbeiðsgevarafelagið heldur tað vera rættari at lata leigarum býlisstuðul enn at lata stuðul til almenn bústaðarfeløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083