Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu

Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu
Føroya rættur hevur dømt í rættarmálinum móti fyrrverandi venjaranum í KÍ
Mikkjal Thomassen, fyrrverandi venjari í KÍ, er dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu í 40 tímar. (Savnsmynd)
 
22.11.2023 - 14:49

Fyrrverandi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, er í Føroya rætti í dag, dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava hótt ein fótbóltsspælara.

Mikkjal Thomassen er eisini dømdur at gera samfelagstænastu í 40 tímar.

Tað skrivar Frihedsbrevet.fo, sum hevur fylgt rættarmálinum.

 

Hótti í tveimum umførum

Mikkjal Thomassen er dømdur fyri at hava hótt ein fótbóltsspælara í tveimum umførum, hóast hvørki fótbóltspælarin ella vitni meldaðu hendingina.

Tað var ákæruvaldið, sum tók málið upp. 

Rætturin metir, at tað er prógvað, at Mikkjal Thomassen segði við fótbóltsspælaran, at “eg skal knúsa tíni bein, oyðileggja tína fótbóltsyrkisleið og tína sivilu yrkisleið”, samstundis sum hann hevur trýst fótbóltsspælaran á bringuna. 

 

Umhugsa dómin

Mikkjal Thomassen vísir aftur, at hann hevði sagt nakað um sivilu yrkisleiðina hjá fótbóltsspælaranum.

Verjin, Torben Koch, sigur, at teir umhugsa dómin, skrivar Frihedsbrevet.fo
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328