Bundin av telduspølum: "Í telduspælinum slapp eg vekk frá veruleikanum"

Bundin av telduspølum: "Í telduspælinum slapp eg vekk frá veruleikanum"
Alt byrjaði við einum ipaddi. Ein nýggjur heimur læt seg upp, og Rókur gjørdist ein sokallaður gamari. Stutt eftir sat Rókur límaður til skermin bæði dag og nátt.
Rókur Olsen er við í øðrum parti av Sært tú meg?
 
23.11.2023 - 15:27

“Hey, eg eiti Rókur, og eg eri bundin av telduspølum”.

Soleiðis kundi tað eisini ljóða, tá Rókur OIsen setti seg í reyða stólin í øðrum parti av nýggju sesongini av Sært tú meg? Tí Rókur, sum í dag er 20 ára gamal, hevur nærum alt sítt ungdómslív verið bundin av telduspølum.

Eitt slag av talgildum bundinskapi, sum flestu ungdómar í dag kenna til so ella so, nú smartu telefonirnar eru at kalla blivnar ein leingjan av arminum. Hjá Róki var talgildi heimurin, telduspælið, eitt friðskjól, har hann kundi flýggja frá gerandisdegnum.

 

Spældi teldu dag og nátt

Alt byrjaði við einum ipaddi, sum hann fekk frá pápa sínum. Ein nýggjur heimur læt seg upp, og Rókur gjørdist ein sokallaður gamari. Ipaddurin hevði sítt fasta pláss undir koddanum, og náttarsvøvnurin var so at siga skiftur út við spøl á ipaddinum. Tá morgunin kom, og Rókur skuldi upp í skúla, orkaði hann ikki.

Vinmenninir royndu sítt, men um Rókur longu hevði sett seg at spæla, var eingin vón at fáa unga hvalbingin frá telduni aftur. Og í 2017 hendi nakað vilt. Fortnite varð givið út, og tað var, sum Rókur sjálvur sigur, heilt sjúkt:

 “Um eg í dag skuldi givið sær sjálvum eini góð ráð, so hevði eg sagt við meg sjálvan, at eg ongantíð skuldi havt tikið Fortnite niður”, sigur Rókur skemtandi.

 

Telduspælið fylti mest

Skúlatingini fullu Rókuri lætt, tá hann var yngri, men tað vóru bara ikki stundir til at gera skúlating - ikki tá telduspælið bíðaði. Og tá mamman hissini ferðir spurdi um hjálp, gjørdist Rókur irriteraður. Tí so mátti hann seta spælið á pausu.

So við og við gjørdust skúlatingini meira torskild, og hini í flokkinum gjørdust eisini meira seriøs. Øll uttan Rókur.

Innlatingar vóru ikki latnar inn til tíðina, og so komu ávaringarnar. Karakterirnir dalaðu, og tað sama gjørdi hugurin at ganga í skúla. Tað var ikki akkurát skúlin, sum var týdningarmiklast fyri hann. Telduspælið var týdningarmiklari.

 

Ein flýggjan frá gerandisdegnum

Tað er ikki tí, at Rókur ikki hevði ein sosialan tørv. Men hendan tørvin fekk hann nøktaðan í skúlanum, har Rókur kendi seg sum klassaklovnurin. Og tá Rókur kom heim og setti seg at spæla, kendi hann friðin.

Telduspælið var eitt slag av friðskjóli, og tað kundu ganga tímar, uttan at Rókur so frætt hevði pissað.

“Tað er bara eyka deiligt at seta seg niður og spæla. Sleppa vekk frá veruleikanum. Um man hevur ein eblutan dag, so hjálpir tað. Tað ella at fara í býin”, sigur Rókur og flennir.

Tað sosiala var stutt sagt valt frá til frama fyri telduspølini. Men telduspælið var sjáldan týdningarmiklari enn at hjálpa abbanum. Ella at ballast.

Rókur Olsen Sært tú meg?

Caption: 
Tummastokkin fekk Rókur frá abba sínum. Rókur plagdi at hjálpa abbanum við at smíða, og har birtist dreymurin hjá Róki at gerast timburmaður.

 

Fyllir ikki eins nógv í dag

Í dag er tað ikki so torført at seta spælið á pausu og leypa frá telduni. Vinfólk, arbeiði og familja fylla meira og meira, og spølini eru ikki á sama hátt hitt halgaða friðstaðið.

Dreymurin hevur altíð verið at gerast timburmaður ella at onkursvegna arbeiða við húsabygging. Tað er eisini tað, sum Rókur hevur halgað flestu summarferiurnar til. Og tá dagarnir eru fyltir við arbeiði, eru løturnar frammanfyri telduskerminum tað færri.

 

Gaming disorder: ein "nýggj" diagnosa

Soleiðis er tað kortini ikki hjá øllum. Tí Rókur er einki eindømi. Tað at vera bitin ella bundin av telduspølum gerst alsamt meira vanligt sum teldur, telefonir, spæliplatformar og tøknirisar sum heild mennast, og sum gerandislívið støðugt gerst meira talgilt.

Og tá heimsheilsustovnurin WHO í 2018 kunngjørdi endurskoðaða diagnosulistan (ICD-11), var eitt av ískoytunum á listanum nemliga “gaming disorder”.

Tað er við øðrum orðum ein sálarsjúka at vera bundin av telduspølum. Millum annað er gaming disorder eyðkent við, at spælið fær framíhjárætt fram um onnur gerandis áhugamál og ítriv. Júst sum tað gjørdi hjá Róki. 

 

Bundinskapur

Rókur er við í øðrum parti í nýggju sesongini av heimildarrøðini “Sært tú meg?”. Meðan vit í fyrsta parti av heimildarrøðini hittu ung við øðrvísi familjulívi, hitta vit hesa ferð fýra ung, sum onkursvegna kenna til eitt slag av bundinskapi.

Bundinskapur kann taka seg út á ymsan hátt, og tað eru tey fýra eitt sera gott dømi um. Meðan onkur er bundin av at brúka smyrsl, er onkur bundin av venjing. Ein triði fær ikki verið mammu sína fyri uttan. Og hjá Róki vóru tað telduspølini, sum drógu. 

Annar partur verður í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku. 

REY04001

 

Sást tú ikki fyrsta part, so finnur tú hann her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. oktober
Vikuskiftið 4. oktober 2024
181660
Fríggjadag 4. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 4. oktober 2024
180902
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk 3.oktober 2024
180616
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk: Phil Mogg um Moggs Motel
180614
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488