Útgjaldið úr Barsilsskipanini hækkar ikki

Útgjaldið úr Barsilsskipanini hækkar ikki
Neyðugt er ikki at broyta lógina, tí barsislógin heimilar longu nú at hækka hámarkið, sigur meirilutin í fíggjarnevndini
Barsilsskipanin sigur, at uppskotið hjá andstøðuni fer at kosta 8,3 mió. kr. (Savnsmynd)
 
23.11.2023 - 09:50

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá andstøðuni um at hækka hámarksgjaldið hjá Barsilsskipanini úr 25.000 upp í 28.000 kr.

Meirilutin í rættarnevndini sigur, at skal hækkingin fíggjast við hægri inngjaldi, skuldi inngjaldið hækkað 0,04 prosent av A-inntøkuni.

Hann sigur eisini, at sambært uppskotinum er tað mett at kosta 5,7 mió. kr.

Men tá er endurgjald til arbeiðsgevarar ikki við.

Tí kostar uppskotið, sambært Barsilsskipanini, 8,3 mió. kr.

Men hóast umboðini hjá samgonguni í rættarnevndini halda, at hámarksupphæddin eigur at hækka, heldur hann, at tað eigur at vera við í heildarviðgerð um Barsilskipanina, sum landsstýriskvinnan hevur boðað frá verður gjørd.

 

Ikki neyðugt at broyta lógina

Harafturat heimilar barsilslógin longu nú at hækka hámarkið eftir lønargongdini í samfelagnum. Tí er ikki neyðugt at broyta lógina, sigur samgongan.

Andstøðuflokkarnir undrast á, at samgonguflokkarnir tosa um heildarviðgerð.

Tað samsvarar ikki við, at allir tríggir samgonguflokkarnir í farna valskeiði høvdu hvør sítt uppskot um at gera smáar tillagingar í Barsilsskipanini, siga andstøðufólkini í rættarnevndini. 

Atkvøðast skal um uppskotið á tingfundinum í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541