Danska lógin umsett og dagførd - nú skulu vit hava føroyska revsilóg

Danska lógin umsett og dagførd - nú skulu vit hava føroyska revsilóg
Føroyska lógin skal taka størri atlit av føroyska málinum og samfelagsbygnaðinum, sigur Løgmálaráðið
Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í lógarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.11.2023 - 15:38

Hóast danska revsilógin nú er á føroyskum, fyrireikar Løgmálaráðið eina føroyska revsilóg, sum leggur seg nærri at føroyska málinum og føroyskum viðurskiftum, har størri atlit verður tikið at føroyska samfelagsbygnaðinum.

Tað sigur Løgmálaráðið, nú løgtingið hevur samtykt almenna partin av revsilógini.

 

Byrjaðu í 2015

Arbeiðið at dagføra, endurskoða og føroyska revsilógina byrjaði í desember 2015. Arbeiðið var tá býtt sundur í partar, so tað hevur borið til hjá landsstýrinum og løgtinginum at viðgera dagføringarnar,  bæði málsliga og innihaldsliga.

Í sambandi við dagføringina er gjørdur orðalisti við revsirættarligum orðum og hugtøkum, sum Málráðið hevur góðkent.

Orðalistin skal stuðla undir og menna revsirættarlig hugtøk á føroyskum.

 

Donsk viðurskifti

Hóast revsilógin nú er á føroyskum, so byggir galdandi revsilóg nógv á samfelagsligar broytingar, sum hendar eru í Danmark.

Føroyska samfelagið er nógv minni og meira gjøgnumskygt, og kriminaliteturin er minni enn í Danmark.

Málsliga ber revsilógin eisini brá av, at hon er umsett úr donskum, sigur Løgmálaráðið.

Nú farið verður at fyrireika nýggja føroyska revsilóg, er ætlanin at fáa samstarv við Fróðskaparsetrið um hetta, so nýggja lógin byggir á føroyska gransking.

 

Nýtt revsilógarráð

Ætlanin er eisini at gera eitt nýtt revsilógarráð við betri umboðan úr føroyska samfelagnum.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at hann fegnast um, at revsilógin nú er á føroyskum, men næsta stigið er at gera nýggja føroyska revsilóg. 

- Tað hevur størri týdning enn at umseta og dagføra donsku revsilógina, sigur hann. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083