Broytingar í kringvarpsgjaldinum sendar til hoyringar

Broytingar í kringvarpsgjaldinum sendar til hoyringar
Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónum um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin
Herfyri noyddist Kringvarp Føroya at siga fleiri fólkum upp, tí 11 ársverk blivu spard burtur
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2023 - 12:27

Uppskot um broyting í løgtingslóg um kringvarp er sent til hoyringar.

Tað boðar Almanna- og mentamálaráðið frá. 

Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónum um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin.

Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr 50 krónum og upp í 63 krónur. 

 

Prístalsjavning frá 2025

Skotið verður eisini upp at prístalsjavna kringvarpsgjaldið fyri fólk hvørt ár frá og við 2025 at rokna í mun til árið fyri.

Og í staðin fyri at nevna ávísan ovara aldur, verður ásett, at tað eru fólk í fólkapensjónsaldri, ið koma undir lægra gjaldið. Á tann hátt verður lagt upp fyri møguligum hækkingum í fólkapensjónsaldrinum.

Ætlanin er eisini at lækka gjaldskyldugu upphæddina hjá smærri virkjum og stovnum, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.

Hesi átøk fara væntandi at gera, at stovnurin so líðandi kemur í fíggjarliga javnvág og verður tryggjaður móti árliga prísvøkstrinum.

Uppskotið kann lesast her.

 

Í kjalarvørrinum á uppsøgnum

Herfyri noyddist Kringvarp Føroyar at fremja umfatandi sparingar fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman næstu árini.  

Starvsfólkahópurin minkaði við útvið 11 ársverkum, og tað fór at raka skránna í bæði sjónvarpi og útvarpi meint, segði Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri. 

“Kringvarpsgjaldið er okkara játtan, og tað stendur í stað. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit kunnu ikki standa ímóti vaksandi útreiðslunum, sum koma av lønarhækkingum og prísvøkstrinum, sum er í samfelagnum. Tí má KVF allatíðina niðurlaga virksemið fyri at hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur”, segði Ivan Hentze Niclasen.

Nú eru útlit til, at kringvarpsstjórin kann síggja fram til, at raksturin av Kringvarpi Føroya, sum er einasti public service-stovnur í landinum, verður lagdur í eina fíggjarliga tryggari legu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400