Ein størri partur av vegakervinum í Runavíkar økinum verður 30 km øki

28.11.2023 - 16:45
Ein størri partur av vegakervinum í Runavíkar økinum verður 30 km øki
Tað sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jakobsen, við Kulfaktor Føroya, her eisini verður tosað um fjøruvegin, miðbý og mentan

Í hesari longri samrøðuni við Torbjørn Jakobsen verður nomið við mangt og hvat, sum er viðkomandi fyri Runavíkar kommuni.

Í samrøðuni sigur Tórbjørn Jakobsen okkum søguna um Gamla Skúla, har ið býráðssalurin hjá Runavíkar kommunu nú er staðsettur, tosað verður um eitt nú týdningin av skúla og útbúgving.

Vit skifta eisini orð um umhvørvi og at ein kommuna er tilvitað um at varðveita søguspor og fornminni.

Eisini verður spurt um hvørjar ambitiónir Runavíkar kommunu hevur, eins og vit skifta orð um millum annað fjøruveg, miðbý, mentan, og hvussu urbaniseringin eisini ávirkar Runavíkar kommunu.

Tú kanst hoyra samrøðuna í fullari longd her!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723