Hetta listprýðið er okkara dna

12.12.2023 - 10:00
Hetta listprýðið er okkara dna
Tað sigur Sonja Kjølbro um nýggja listarverkið, Fípuna Føgru, sum Edward Fuglø hevur gjørt til nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag

Við ársbyrjan í ár flutti Klaksvíkar Róðrarfelag inn í nýggja kappróðrarneystið, sum er bygt í nýggja miðbýnum í Klaksvík.

Og hetta hevur stóran týdning fyri felagið, samstundis sum hetta gevur miðbýnum eina eykadimensjón, sigur Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, í hesari longdu samrøðuni við Kulfaktor Føroya.

Eisini sigur Sonja okkum um nýggja listarverkið, Fípuna Føgru, sum listamaðurin, Edward Fuglø, hevur gjørt, og sum prýðir stóra veggin inni í neystinum.

Verkið er gjørt burtur úr øllum teimum 163 lutunum, sum Niklas í Koltri brúkti, tá ið hann bygdi felagnum Fípuna Føgru í 1981.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Sonju Kjølbro í fullari longd her!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379