Stóra hassjmálið aftur í rættin í februar

Stóra hassjmálið aftur í rættin í februar
Dómari verður Søren Seerup
Stóra hassjmálið verður viðgjørt í Føroya rætti 12. og 13. februar næsta ár. (Savnsmynd)
 
30.11.2023 - 10:33

Nú er stóra hassjmálið, sum ikki kundi avgreiðast í Føroya rætti, tí Føroya rættur er ógegnigur, komið á rættarlistan aftur.

Málið skal viðgerast í døgunum 12. til 23. februar næsta ár.

Dómari verður Søren Seerup.

 

Tveir menn ákærdir

Tveir menn er ákærdir fyri at smugla sløk 26 kilo av hassji til Føroya. Menninir blivu varðhaldsfongslaðir í november í fjør.

Annar slapp út 27. oktober, og hin slapp út í gjár.

Ákæruvaldið vildi annars hava mannin í varðhaldi, til dómurin fellur. Men verjin kærdi til Landsrættin, sum gav honum viðhald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820