Royna nú at selja alla ullina

Royna nú at selja alla ullina
Búnaðarstovan fekk bara eitt tilboð upp á góð fimm tons, og biðið verður ikki um nýtt tilboð
Ullarmóttøkan tók ímóti 23 tonsum av ull í ár, og Búnaðarstovan fer nú at royna at selja ullina. (Savnsmynd)
 
01.12.2023 - 10:48

Búnaðarstovan fer nú at royna at selja 23 tons av ull, sum Ullarmóttøkan keypti í summar.

Biðið var um tilboð upp á ullina fyri einum góðum mánaði síðani.

Bara eittans tilboð kom. Tað var upp á góð fimm tons, og er úr Føroyum.

Búnaðarstovan fer ikki at biðja um tilboð eina ferð aftrat.

Hon fer at royna at selja ullina uttan at biðja um tilboð í lýsing.

Í fjør seldi Búnaðarstovan alla ullina, sum tríggjar føroyskar fyritøkur keyptu.

Í 2021 var størsti parturin seldur til Onglands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011