Vinnuhúsið: Príshækkingar stava ikki frá øktum vinningi

Vinnuhúsið: Príshækkingar stava ikki frá øktum vinningi
Handilsvinnan hevur tvørturímóti havt ilt við at leggja upp fyri skjótt hækkandi prísum frá veitarum
Vinnuhúsið vísir aftur, at príshækkingarnar seinastu árini stava frá øktum vinningi í handilsvinnuni. (Savnsmynd)
 
04.12.2023 - 12:40

Einki bendir á, at príshækkingarnar, sum serliga hava verið síðani 2021, stava frá øktum vinningi hjá føroysku handlunum. 

Tvørturímóti hevur føroyska handilsvinnan havt ilt við at leggja upp fyri skjótt hækkandi prísunum frá veitarunum.

Tað sigur Vinnuhúsið, sum hevur uppskotið um broytingar í kappingarlógini til hoyringar.

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni eru roknskaparhagtøl um vinnugreinar.

Síðani inflatiónin tók dik á seg, sæst, at netto-marginurnar eins og EBIT-DA-marginurnar í handilsvinnuni eru lækkaðar frá 2021 til 2022, sigur Vinnuhúsið. 

Hetta er galdandi fyri handilsvinnuna sum heild, og fyri tann partin, sum fæst við smásølu.

Tó eru akfør undantikin.

Tøl fyri 2023 eru ikki tøk enn.

Vinnuhúsið undrast tí á, at grundgevingin fyri at broyta kappingarlógina er serliga, at brúk er fyri at hava betri eftirlit við matvøruprísunum, og hava betri amboð til at tálma inflatiónini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890