Løgtingsgrannskoðarar: Aðalstjórastørv eru ikki lýst leys

Løgtingsgrannskoðarar: Aðalstjórastørv eru ikki lýst leys
Sambært lógini um tænastumenn og sambært starvsfólkapolitikki landsins eiga øll størv at vera lýst leys alment
Løgtingsgrannskoðararnir undrast á, at at nýggju aðalstjórastørvini eru ikki lýst leys. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.12.2023 - 08:23

Løgtingsgrannskoðararnir hava 40 viðmerkingar um landsroknskapin fyri 2022.

Teir hava biðið løgtingið góðkenna landsroknskapin við viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum Landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á.

Løgtingsgrannskoðararnir undrast til dømis á, at nýggju aðalstjórastørvini eru ikki lýst leys.

Aðalstjórar hava verið fyribilssettir síðani januar í ár. 

Ein aðalstjóri hevur verið í tíðaravmarkaðum starvi síðani 2016. 

Løgtingsgrannskoðararnir minna á, at sambært lógini um tænastumenn og sambært starvsfólkapolitikki landsins eiga øll størv at vera lýst leys alment. 

Teir halda, at fyribilssetan eigur bara at vera brúkt í stutta tíð, og als ikki í eitt heilt ár. 

Sambært sáttmálanum hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum kann fyribilssetan í mesta lagi vera í tríggjar mánaðir, vísa løgtingsgrannskoðararnir á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083