Veiðigjøldini geva 40 milliónir meira enn mett

Veiðigjøldini geva 40 milliónir meira enn mett
Fíggjarnevndin hevur fingið nýggjastu inntøkumetingarnar fyri næsta ár
Veiðigjøldini fara at geva umleið 40 milliónir meira, enn mett var í september, vísa nýggjasta inntøkumetingin fyri 2024. (Savnsmynd)
 
07.12.2023 - 08:16

Landsstýrið sigur, at meirvirðisgjaldið fer at geva 15 mió. kr. meira næsta ár enn mett var í september.

Tað sigur nýggjasta inntøkumetingin, sum fíggjarnevndin hevur fingið.

Men tá verður hugsað um, at stuðulin til hitapumpur og jarðhitaskipanir fer niður í helvt í 2024.

Nú er tó ætlanin at broyta lógina um meirvirðisgjald, so stuðulin ikki minkar kortini.

So koma tær 15 milliónirnar ikki í landskassan næsta ár.

 

Stuðulin til hitaskipanir heldur fram næsta ár. (Savnsmynd)

 

Meira í felagsskatti

Landsstýrið væntar nú at fáa 10 mió. kr. meira í kapitalvinningsskatti og 10 milliónir meira í felagsskatti.

Kapitaleftirlønirnar geva fýra milliónir minni, og tað ger arvaavgjaldið eisini.

Tollur gevur tríggjar milliónir minni og punktgjøld fimm milliónir minni.

Skrásetingargjaldið fer at geva 10 mió. kr. minni enn mett var í september, og vegskatturin og ferðaavgjald tvær milliónir minni.

Dagførda metingin um tinglýsingargjaldið sigur sjey milliónir minni.

 

Skrásetingargjøldini verða 10 millónir minni,, enn mett var í heyst. (Savnsmynd)

 

37,5 milliónir meira

Men veiðigjøldini eru mett at geva 39,5 milliónir meira, enn mett var í september.

So samanumtikið gevur nýggja inntøkumetingin 37,5 milliónir meira enn tann, sum var gjørd í september.

Men tá er ikki lagt upp fyri teimum 15 milliónum í meirvirðisgjaldi fyri hitapumpur og jarðhitaskipanir.


  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815