Nýggj pantskipan fyri íløt kemur í 2025

Nýggj pantskipan fyri íløt kemur í 2025
IRF skal vera pantumsitari og fær 50 oyru fyri hvørt ílat í rakstrargjaldi
Uppskot um nýggja pantskipan sent til hoyringar. Lógin skal eftir ætlan koma í gildi í 2025.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.12.2023 - 08:48

Nú eru uppskot gjørd um lóg og kunngerð um pantáløgd íløt, og tey eru send til hoyringar.

Umhvørvismálaráðið sigur, at tað nýggja er, at øll, sum selja iløt, sum pantskipanin umfatar, hava skyldu til at taka og rinda fyri øll íløt, sum eru í pantskipanini.

Sølustøð skulu ikki skilja íløt eftir øðrum enn tilfari. 

Plast og aluminium fara í sama sekk og glas fyri seg. 

Galdandi lóg er bara um íløt til øl, sodavatn og aðrar lidnar leskidrykkir. 

Tann avmarkingin verður nú strikað. Nú skal lógin bara siga íløt. 

 

Galdandi lóg er bara um íløt til øl, sodavatn og aðrar lidnar leskidrykkir. Nú skal lógin bara siga íløt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

12 pantiskipanir

12 ymiskar pantskipanir eru í Føroyum, tí galdandi lóg ásetur, at hvør loyvishavari tekur ímóti sínum egnu íløtum.

IRF skal vera pantumsitari.

15 milliónir íløt skulu gjøgnum pantskipanina, tá hon er klár at seta í verk í 2025.

 

IRF skal umsita pantskipanina. (Savnsmynd)

 

Tað merkir, at IRF skal handfara 68.000 íløt hvønn gerandisdag í árinum.

IRF fær 50 oyru fyri hvørt ílat í rakstrargjaldi.

Hoyringarfreistin er til 5.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847