Formansumfar í sjónvarpinum í kvøld

Formansumfar í sjónvarpinum í kvøld
Nú eitt ár er liðið síðani løgtingsvalið, so verður eitt formansumfar í framhaldi av Degi og viku í sjónvarpinum í kvøld
John Johannessen verður vertur fyri formansumfarinum, sum verður í sjónvarpinum í kvøld
Mynd: Savnsmynd  
 
07.12.2023 - 14:46

Í morgin, 8. desember, er eitt ár síðani løgtingsvalið, ið hevði við sær, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skipaðu stjórn. 

Í hesum sambandi, so verður eitt formansumfar í sjónvarpinum í kvøld. 

Formansumfarið er í framhaldi av Degi og viku, ið verður væl styttri enn vanligt av somu orsøk. 

 

Lyftir, haldføri og politiska støðan

Spyr.fo hevur gjørt eina nýggja veljarakanning fyri Kringvarp Føroya til høvið, og veljarakanningin verður almannakunngjørd bæði í útvarpinum klokkan 18 og í sambandi við Dag og viku og formansumfarið. 

Trý evni vera á skránni í formansumfarinum:

  • Veljarakanningin og politiska støðan
  • Vallyftini um at gera gerandisdagin hjá fólki lættari
  • Haldføri í landsbúskapinum

John Johannessen er vertur fyri formansumfarinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083