Tey flestu vilja hava Bárð til løgmann

Tey flestu vilja hava Bárð til løgmann
Beinir Johannesen er á øðrum plássi, og sitandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, er á triðja plássi
Veljarakanningin hjá Kringvarpinum vísir, at tey flestu vilja hava Bárð á Steig Nielsen, í miðjuni, til løgmann. Beinir Johannesen er nummar tvey og Aksel V. Johannesen nummar trý.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2023 - 08:20

Tey flestu vilja hava Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, ella Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum, til løgmann.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týsdagin 5. desember.

                       
  Q3: Hvør heldur tú skal vera løgmaður eftir næsta LØGTINGSVAL?  
                       
    Allir veljarar   Fólkafl. Sambfl. Javnfl. Sjálvst. Tjóðv. Frams. Miðfl.  
1 Bárður á S. Nielsen 29,2%   14 % 83 % 0 % 0 % 0 % 7 % 16 %  
2 Beinir Johannesen 26,0%   81 % 5 % 0 % 0 % 0 % 14 % 43 %  
3 Aksel Johannesen 18,9%   0 % 3 % 86 % 32 % 18 % 0 % 0 %  
4 Høgni Hoydal 8,0%   1 % 0 % 0 % 0 % 65 % 0 % 0 %  
5 Ruth Vang 4,7%   0 % 0 % 4 % 0 % 6 % 66 % 4 %  
6 Jenis av Rana 3,0%   0 % 0 % 3 % 0 % 0 % 0 % 37 %  
  Annar 10,3%   4 % 10 % 7 % 68 % 11 % 13 % 0 %  
                       
  Veit ikki 12,6%   6 % 5 % 0 % 38 % 10 % 12 % 13 %  
                       
  Óvissa: Fyri bólkin allir veljarir er óvissan upp til 3,4%. Fyri undirbólkarnir er óvissan størri, smáu undirbólkarnir væl størri.  
                       

Til spurningin: Hvør heldur tú skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval, svaraðu 29,2 prosent Bárður á Steig Nielsen. 

26 prosent svaraðu Beinir Johannesen, 18,9 prosent Aksel V. Johannesen, 8 prosent Høgni Hoydal, 4,7 prosent Ruth Vang, og 3 prosent svaraðu Jenis av Rana.

 

Páll Isholm, viðmerkjari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tølini benda á, at blokkpolitikkurin, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini, kanska fer í søguna, heldur Páll Isholm, viðmerkjari:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844