Orkuískoyti: Samgongan mælir til at hækka inntøkumarkið

Orkuískoyti: Samgongan mælir til at hækka inntøkumarkið
Andstøðan í trivnaðarnevndini sigur, at talan er um reint spariuppskot, sum rakar tey lægst løntu í samfelagnum
Ætlanin er at lata orkuískoyti árini 2024, 2025 og 2026. (Savnsmynd)
 
08.12.2023 - 09:26

Samgongufólkini í trivnaðarnevndini eru eitt sindur lagaligari enn landsstýrið.

Tað sæst í álitinum um at hækka egingjaldið fyri heilivág.

Og tað sæst nú eisini í álitinum um familjuískoyti, uppskotið um at lata orkuískoyti árini 2024, 2025 og 2026.

 

300.000 kr. 

Samgongan, sum er í minniluta í trivnaðarnevndini, hevur eitt broytingaruppskot.

Hans Jacob Thomsen, Súsanna Bertholdsen og Liljan Weihe mæla til at hækka inntøkumarkið úr 275.000 krónum upp í 300.000 krónur, so fleiri kunnu fáa orkuískoyti.

Jørgen Niclasen, Árni Skaale, Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum.

 

Spariuppskot

Teir siga, at 680 húski hava fingið hjálparískoyti í ár. 200 teirra, væntar landsstýrið, fáa ikki orkuískoyti. 

Talan er tí um eitt reint spariuppskot, sum rakar tey allar lægst løntu í samfelagnum, tí hjálparískoytið fer úr gildi á nýggjárinum. 

Meirilutin heldur, at øll átøkini hjá landsstýrinum gera Føroyar til eitt verri og ójavnari samfelag. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659