Verkfallið og russlandssáttmálin hava kostað samgonguni

Verkfallið og russlandssáttmálin hava kostað samgonguni
Løgmaður heldur, at tað er serliga verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum veljarin revsar Javnaðarflokkin fyri
Løgmaður heldur, at veljarin hjá Javnaðarflokkinum hevur revsað flokkin fyri verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.12.2023 - 12:55

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og samráðingarnar við Russland eru tvey mál, sum samgongan átti at handfarið betur.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann var gestur í Breddanum fyrrapartin í sambandi við, at eitt ár er liðið síðan løgtingsvalið.
 
Í veljarakanningini hjá spyr.fo missir Javnaðarflokkurin ein triðing av tingsessunum, sum flokkurin fekk á valinum í fjør. 

Og tað er serliga verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum løgmaður heldur, at veljarin revsar flokkin fyri.

 

Løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, er kortini sannførdur um, at tað er røtt avgerð ikki at seta samgonguna upp á spæl í málinum um russlandssáttmálan. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08122023_Aksel_um_veljarakanning

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Sí videobrot við løgmanni í Breddanum her:

 

AKSEL_VELJARAKANNING

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938