Høvuðskokkur helt jól á karaoke-bar í Keypmannahavn

08.12.2023 - 19:12
Lívsstílur
Høvuðskokkur helt jól á karaoke-bar í Keypmannahavn
Tað eru ikki øll, sum eru saman við familju á jólum, sigur Jógvan S. Rasmussen, sum onkuntíð hevur leitað sær í býarlívið í danska høvuðsstaðnum um høgtíðina
Jógvan S. Rasmussen, høvuðskokkur í Áarstovu (Heima) í Havn
Mynd: Leivur Thomsen  

Jógvan S. Rasmussen, kokkur, flutti til føroya fyri einum ári síðani. Han fekk starv á Áarstovu í Havn og er í dag høvuðskokkur í matstovuni Heima í Havn. Jógvan minnist aftur á barnaárini, har tað heima hjá teimum var siðvenja at eta turt kjøt við køldum eplum jólaaftan. Sum vaksin - og stakur uttan børn - hevur Jógvan ikki lagt seg eftir at halda eini "vanlig" familjujól og hevur heldur leitað sær á Sams Bar í Keypmannahavn saman við fólki í somu støðu sum hann sjálvur. -Ja, mong liva sum støk í danmark, og sama man vera galdandi fyri Føroyar. Tað er bara ein spurningur um tíð, til okkurt stað í Føroyum fer at hava opið á jólum av tí orsøk, heldur Jógvan og leggur afturat, at tað onki er galið við at halda jól einsamallur ella kanska als ikki halda jól. Men í ár fer Jógvan niður til Danmarkar saman við beiggja sínum Bergi at halda jól saman við foreldrunum í Sydhavn í Keypmannahavn. Og tá hevur hann skjáttuna fulla av føroyskum mati við sær. Tá vikuskiftisverturin situr saman við einum høvuðskokki, er upplagt at spyrja hann um góð ráð til jóladøgurðan. Jógvan S. Rasmussn, høvuðskokkur í Áarstovu, gevur her sítt boð uppá, hvussu hann ger jóladunnu. Hetta er annars longra versiónin av innslagnum, sum varð sent í sendingini Vikuskiftið 8. desember 2023.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158