Bakkafrost fær fyribils byggiloyvi til smoltstøð í Ónavík

Bakkafrost fær fyribils byggiloyvi til smoltstøð í Ónavík
Endaligt nýtsluloyvi verður givið, tá ølll neyðug loyvi eru fingin
Smoltstøðin í Ónavík fer at brúka 100 rúmmetrar av vatni um tíman, og vatnið verður tikið úr Sumbiarbergholinum. (Savnsmynd)
 
11.12.2023 - 08:36

Vágs býráð hevur latið Bakkafrosti fyribils treytað byggiloyvi til smoltstøð við Ónavík á Lopransfirði.

Endaligt nýtsluloyvi verður givið, tá Bakkafrost hevur fingið øll neyðug loyvi og fingið endaliga góðkent eina dagførda verkætlan. 

Fyribilsloyvið er galdandi í tvey ár.

Fyri sløkum ári síðani goðkendi Umhvørvisstovan umhvørvisárinsmetingina hjá Bakkafrosti um smoltstøðina við Ónavík.

Ætlanin er at fylla grót út á sjógv og síðani byggja smoltstøð.

 

Avmarkað ávirkan

Niðurstøðan hjá SMJ, sum gjørdi kanningina fyri Bakkafrost, er, at tað fer at hava eina avmarkaða og staðbundna ávirkan at fylla út á sjógv og byggja smoltstøðina.

Og ávirkanin verður bara ta tíðina, sum tað tekur plantulívinum og djóralívinum at endurstovna seg.

Smoltstøðin fer at brúka 100 rúmmetrar av vatni um tíman.

Vatnið verður tikið úr Sumbiarbergholinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011