Lógin um pant kemur í februar

Lógin um pant kemur í februar
Uppskotið er til hoyringar í løtuni
Sambært nýggju lógini skal vera gjørligt at sleppa av við øll pantáløgd íløt á sama staði. (Savnsmynd)
 
11.12.2023 - 16:00

Lógin og kunngerðin um pantskipan fyri íløt koma í februar næsta ár.

Uppskotini eru til hoyringar í løtuni.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, sum spurdi um pant.

Sambært nýggju lógini skal vera gjørligt at sleppa av við øll pantáløgd íløt á sama staði.

Lógin fer seinni eisini at umfata onnur íløt enn fløskur.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, hevur spurt um pantskipanina. 

 

Vinnan skuldi sjálv stýra

Uppskotið um pant hjá undanfarna landsstýri bygdi á eina skipan, sum vinnan sjálv skuldi arbeiða saman um og stýra.

Kravið var, at fólk skuldi sleppa av við øll síni íløt á sama staði, tó við undantaki um íløt til rúsdrekka, sum Rúsdrekkasølan skuldi taka. 

Handilsvinnufelagið helt tað vera vert at royna hendan leistin.

Uppskot um lóg og kunngerð vóru send til hoyringar. Freistin var í oktober í fjør.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgtingsval í ótíð

Viðmerkingarnar, sum komu, vístu, at tað fór at vera truplari hjá vinnuni at samstarva um eina pantskipan, enn upprunaliga var hildið.

Táverandi Umhvørvis- og Vinnumálaráð vendi sær til IRF fyri at vita, um møguligt var at fáa eitt samstarv í lag millum IRF og vinnuna um eina pantskipan. 

Og so kom løgtingsvalið.

Arbeiðið at seta eina miðstýrda pantskipan saman vísti seg at vera so orku - og tíðarkrevjandi, at tað hevur tikið tað mesta av 2023, sigur Ingilín D. Strøm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083