Frádráttur fyri at arbeiða uttanlands verður ikki tikin av

Frádráttur fyri at arbeiða uttanlands verður ikki tikin av
Umboðini hjá samgonguni í fíggjarnevndini hava broytingaruppskot í sambandi við uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í figgjarnevndini, og hini samgonguumboðini í nevndini hava broytingaruppskot til uppskotið um uttanlandsfrádrátt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.12.2023 - 08:09

Landsstýrið hevur ikki fulla undirtøku í samgonguni um frádrátt hjá teimum, sum arbeiða uttanlands.

Umboðini hjá samgonguni í fíggjarnevndini hava broytingaruppskot í sambandi við uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um at minka stigvíst fiskimannafrádráttin og strika samdøgursfrádráttin og uttanlandsfrádráttin.

Tey vilja ikki strika samdøgursfrádráttin.

Hann skal niður í 120 krónur í 2026, hann er 300 krónur nú, og har verður hann verandi.

Landsstýrið ætlaði, at hann skuldi minka eitt stig afturat í 2027 og detta heilt burtur í 2028.
  
Og uttanlandsfrádrátturin verður verandi 48.000 kr., eisini eftir 2026.

Landsstýrið ætlaði, at hann skal minka eitt stig afturat í 2027 og detta heilt burtur í 2028.

Um fiskimannafrádráttin hevur meirilutin einki broytingaruppskot.

Umboðini hjá andstøðuflokkunum í fíggjarnevndini mæla tinginum til ikki at samtykkja uppskotið hjá Ruth Vang.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083