Fíggjarlógin: Samgongan væntar 6,5 milliónir í avlopi næsta ár

Fíggjarlógin: Samgongan væntar 6,5 milliónir í avlopi næsta ár
Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit um fíggjarlógaruppskotið, sum hevði 64 milliónir í halli
Fíggjarlógin kemur til aðru viðgerð í morgin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.12.2023 - 08:55

Í álitinum hjá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini um fíggjarlógaruppskotið fyri 2024 er RLÚ1-úrslitið eitt avlop, sum er 6,5 mió. kr.

RLÚ1 er rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit.

Í uppskotinum hjá landsstýrinum er RLÚ1-úrslitið 64 milliónir í halli.

Raksturin er vaksin 0,4 prosent í uppskotinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini.

Raksturin fer at kosta 4,9 prosent meira enn í ár. 

 

Fimm mió. aftrat til íløgur

Sambært uppskotinum hjá meirilutanum eru 4,8 milliónir aftrat til íløgur.

Í broytingaruppskotinum hjá landsstýrinum vóru 19,7 mió. kr. minni til íløgur.

Álitið hjá fíggjarnevndini kom í gjár.

Onnur viðgerð verður á tingfundinum í morgin.

Les álitið frá fíggjarnevndini her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083