Lóg hevur virkað síðani 1987 men er ongantíð lýst

Lóg hevur virkað síðani 1987 men er ongantíð lýst
Nú verður danska floksstuðulslógin sett í gildi í Føroyum
Fólkatingið.
 
13.12.2023 - 06:30

Nú verður danska floksstuðulslógin sett í gildi í Føroyum.

Lógarheimildin kom í 1987, og hon hevur virkað síðani.

Men komið er undan kavi, at hon er ongantíð kunngjørd í Føroyum.

Tað verður hon nú.

Føroyskir flokkar fáa stuðul til at vera við í fólkatingsvali og útinna politisk virksemi á ikki yvirtiknum málsøkjum. 

Minst 1000 atkvøður

Talan er um donsku lógina um stuðul til teir flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval, og til valevni, sum ikki eru í nøkrum flokki.

Talan er um flokkar og valevni, sum hava fingið minst 1.000 atkvøður.

Nú ivi er um heimildina, helt danska Innanríkismálaráðið tað vera rættast at steðga stuðulsveitingini fyribils til lógin er kunngjørd í Føroyum.

Um lógin verður lýst at koma í gildi fyri ársskiftið, kunnu flokkarnir, sum stillaðu upp á fólkatingsvalinum í Føroyum 31.oktober í fjør, søkja um stuðul í ár.

Men hon kemur ikki í gildi ár, tí hoyringarfreistin er til 19.januar.

Í ár er stuðulin 35,75 kr. fyri hvørja atkvøðu.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083