67.000 krónur til umseting - um mánaðin

67.000 krónur til umseting - um mánaðin
Flokkarnir hjá fólkatingslimunum úr Grønlandi og Føroyum fáa 67.000 kr. um mánaðin til tulk og umseting
Aki-Matilda Høegh-Dam. Fýra flokkar í Grønlandi og í Føroyum hava fólk í fólkatinginum, so nýggi stuðulin kostar 286.000 kr. um mánaðin.
 
13.12.2023 - 07:10

Flokkarnir hjá fólkatingslimunum úr Grønlandi og Føroyum fáa 67.000 kr. um mánaðin til tulk og umseting.

Hetta verður gjørt, so fólkatingfólkini kunnu tosa grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum.

Stuðulin er markaður til umseting.

Tað, sum ikki verður brúkt til júst tað, skal latast fólkatinginum aftur.

Stuðulin kemur eftir eina hending 12.mai, tá Aki-Matilda Høegh-Dam tosaði grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli.

 

Røður og frágreiðingar eisini umsettar 

Umframt stuðulin vera skrivligar frágreiðingar, so sum røðan, forsætismálaráðharrin, heldur, tá fólkatingssetan byrjar, og árliga frágreiðingin um ríkisfelagsskapin og Arktis, umsettar.

Eisini mál um grønlendsk og føroysk viðurskifti vera umsett. 

Alt um fólkatingsarbeiðið og, hvussu fólkastýrið er skipað, verður eisini á grønlendskum og føroyskum á heimasíðan hjá fólkatinginum.

Og fólkatingslimir og starvsfólkini hjá fólkatinginum skulu á skeið um grønlendsk og føroysk viðskifti, so sum søgu og mentan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083