Samgongan: Torført at gera batar í landsskattinum

Samgongan: Torført at gera batar í landsskattinum
Meirilutin í fíggjarnevndini nevnir møguleikan at broyta skattalógina, soleiðis at kommunur kunnu hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, og hini samgonguumboðini í fíggjarnevndini taka tey undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um skattalætta, og hava einki broytingaruppskot. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.12.2023 - 09:09

Meirilutin í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen, ásannar, at húski eru í Føroyum, sum hava brúk fyri einum lættari gerandisdegi.

Tey siga, at hetta eru húski í ávísum pørtum av landinum.

Men tað er sera torført at gera batar hjá hesum húskjum við tillagingum í landsskattinum, siga tey.

Tey siga, at ein møguleiki kundi verið at latið upp fyri í skattalógini, at kommunurnar fáa møguleika at hækka botnfráttin í kommunuskattinum.

 

Hava einki broytingaruppskot

Annars taka tey undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um skattalætta, og hava einki broytingaruppskot.

Meirilutin sigur, at serliga tey, sum ikki arbeiða fulla tíð, fáa ikki líka stóran lut í skattalættanum sum tey, sum hava miðalinntøkurnar.  

Men hesir láginntøkubólkar rinda tó frammanundan avmarkaðan landsskatt.

Minnilutin í fíggjarnevndini, Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen, sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815