Orkuískoytið skal tvífaldast næsta ár

Orkuískoytið skal tvífaldast næsta ár
Samgongufólk hava broytingaruppskot um at hækka orkuískoytið úr 5.000 upp í 10.000 kr. í 2024
Tingið viðger í løtuni eitt broytingaruppskot um at hækka orkuískoytið út 5.000 upp í 10.000 kr. næsta ár. (Savnsmynd)
 
13.12.2023 - 10:40

Samgongutingfólkini, Hans Jacob Thomsen, Súsanna Bertholdsen, Liljan Weihe og Sólvit Nolsø, hava við triðju viðgerð lagt fram broytingaruppskot til uppskotið hjá landsstýrinum um orkuískoyti.

Landsstýrið hevur skotið upp, at orkuískoytið verður 5.000 kr. næsta ár, og tað var eisini samtykt við aðru viðgerð. 

Sambært broytingaruppskotinum skal orkuskoytið næsta ár vera 10.000 kr., og 5.000 kr. hvørt árið í 2005 og 2006. 

 

Hans Jacob Thomsen er millum teirra, sum hava lagt broytingaruppskotið fram. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Orkuískoytið kann gjaldast eina ferð um árið. 

Hans Jacob Thomsen upplýsti í tinginum, at broytingin verður mett at kosta tvær milliónir, og tí fer avlopið á fíggjarlógini í uppskotinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini at minka samsvarandi, úr 6,5 milliónum niður í 4,5 milliónir kr. 

Fylg viðgerðini í tinginum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083