Aðalstjórar eiga at vera áramálssettir

Aðalstjórar eiga at vera áramálssettir
Ein nevnd mælir til, at aðalstjórar skulu í mesta lagi sita í sjey ár í starvinum
Í nevndini, sum hevur skrivað álitið, eru Sólja í Ólavsstovu, forkvinna, Eyðfinnur Jacobsen og Kristoffur Laksá.
 
15.12.2023 - 12:30

Aðalstjórar eiga at verða settir upp á áramál í sjey ár sum tænastumenn í lønarflokki 39 við einum serligum aðalstjóraískoyti umframt einum áramálsískoyti á 20 prosent.

Tað er millum tilmælini í áliti um setanarsviðurskifti hjá aðalstjórum, sum ein nevnd hevur gjørt fyri landsstýrið.

Í vár varð ein nevnd sett at kanna setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum.

Arbeiðssetningurin var, millum annað, at

  • Lýsa, hvussu aðalstjórar eru settir aðrastaðni, millum annað viðvíkjandi setanartreytum og løn
  • Lýsa aðalstjórastarvið
  • Lýsa fyrimunir og vansar við skipanini í dag

Og at

  • Koma við tilmæli um møguligar broytingar av galdandi skipan.

 

Serligt ískoyti

Nevndin mælir til, umframt áramálssetan við serligum ískoyti, at setanin kann leingjast við trimum árum, at nýsettir aðalstjórar skulu hava rætt til fráfaringarløn eins og landsstýrisfólk, og at starvsfólk, sum er í starvi hjá landinum, og sum verður sett sum aðalstjóri, skal hava rætt til farloyvi úr starvi sínum.

Starvsviðurskiftini hjá verandi aðalstjórum skulu vera óbroytt, tó kunnu verandi aðalstjórar fara í nýggju skipanina, ynskja teir tað.

 

Lønin er ov lág

Samrøður, sum nevndin hevur gjørt við aðalstjórar, vísa, at flestu teirra halda aðalstjóralønirnar vera nøktandi, men at nakrir aðalstjórar hava víst á, at lønirnar eru ov lágar - bæði tá ið hugsað verður um lønarstøðið hjá aðalstjórum í øðrum londum, og tá ið hugsað verður um stjóralønir í privatu vinnuni.

Nevndin hevur valt ikki at mæla til at broyta verandi lønartalvu hjá aðalstjórum, men vísir á, at landsstýrið hevur møguleika at broyta viðbótina, um mett verður, at lønin ikki samsvarar við ta ábyrgd og tign, starvið hevur, ella um lønin ikki er kappingarfør við lønarlagið í privatu vinnuni av líknandi størvum.

Í nevndini, sum hevur skrivað álitið, eru Sólja í Ólavsstovu, forkvinna, Eyðfinnur Jacobsen og Kristoffur Laksá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083