Bilur rendi á bilafylgið hjá Biden

Bilur rendi á bilafylgið hjá Biden
Amerikanski forsetin bleiv í skundi fluttur til eitt trygt stað, eftir at ein bilur rendi á bilafylgið hjá Joe Biden
Verjarnir hjá Joe Biden vóru skjótir yvir til bilin, ið rendi á bilafylgið hjá amerikanska forsetanum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.12.2023 - 10:35

Talan tykist vera um eitt hendiligt óhapp, tá ein bilur rendi á bilafylgið hjá amerikanska forsetanum Joe Biden. 

Forsetin og forsetafrúan, Jill Biden, høvdu júst verið til ein døgurða saman við valliðnum hjá Joe Biden, tá óhappið hendi. 

Amerikanska fregnartænastan, Secret Service, ið ansar eftir Joe Biden, gjørdi tó skjótt av og flutti í skundi Biden og konuna til eitt trygt stað. 

Joe Biden var óskalaður og hevði tíð at steðga á og svara spurningum frá tíðindafólkum, áðrenn hann varð fluttur frá staðnum. 

Eingin fekk skaði í ferðsluóhappinum, sum tó verður kannað. 

Bilurin rendi á ein SUV, sum er partur av bilafylginum hjá amerikanska forsetanum, ið stóð stillur. 

"Trygdin kring forsetan verður ikki økt orsaka av hendingini, og bilafylgið hjá forsetanum kundi halda fram ótarnað, " segði Steve Kopek, ið er talsmaður fyri amerikonsku fregnartænastuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938