Í myndum: Í morgin er alt broytt

Í morgin byrjar eitt nýtt tíðarmót fyri sandoyingar.

Tá letur Sandoyartunnilin upp, og við honum er alt broytt - onkursvegna.

Dagurin í dag, ið var fimm ára dagurin fyri, at fyrsta skotið varð latið av í Sandoyartunlinum, var somuleiðis tann síðsti hjá Sandoynni sum ein útjaðari.

Í morgin er Sandoy partur av meginøkinum. 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

10,8 kilometrar av spildurnýggjum vegi eru nú millum Sandoy og meginøkið, og farin er brátt tíðin, tá ið bíðast skuldi eftir Teistanum, ið ofta eisini hevur avlýst um veturin - eitt nú í kvøld. 

Sandoyartunnilin er T9,5, meðan Eysturoyartunnilin er T10,5. Tað merkir, at Sandoyartunnilin er 9,5 metrar í tvørmáli í mun til Eysturoynartunnilin, ið er 10,5 metrar í tvørmáli, og tað merkist. 

Karlot Hergeirsson, ið er heilsu-, trygdar- og umhvørvisleiðari hjá NCC, er á veg inn í eina av fimm pumpistøðunum, sum eru í Sandoyartunlinum. 

Tríggjar pumpur eru í hvørjari pumpistøð, og hendan dagin koyrdi ein pumpa í pumpistøð 2 og ein í 4, og tað var ríkiligt til at halda tørn. 

Brunnarnir eru fimm metrar djúpir, og um ongar pumpur koyra í tunlinum, so tekur tað ein heilan mánað, áðrenn allir brunnarnir eru fullir. 

Seinastu snøklarnir vóru fingnir upp á pláss í dag, so tað er klárt hjá fólki at ganga, renna og koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin í morgin. 

Sandoyartunnilin kennist vátari enn Eysturoyartunnilin. Orsøkin er einføld. Tilfarið, ið borað er ígjøgnum, hevur verið munandi verri enn í Eysturoyartunlinum. Karlot Hergeirsson sigur, at teir vóna, at onkrir av smáu lekunum fara at tettast við tíðini. 

Lægsta punkt í Sandoyartunlinum er 155 metrar undir havbotninum, og eins og í Eysturoyartunlinum er mesta hallið fimm prosent.

Sandoyartunnilin er við sínum 10,8 kilometrum næstlongsti undirsjóvartunnil í heiminum, og tá tosa vit í einum strekki. 

"Mitt undir Skopunarfirði rendu vit okkum í eina "gongd" við sera vánaligum gróti," greiðir Karlot Hergeirsson, HTC-leiðari hjá NCC, frá við síinum eyðkenda Nólsoyar málføri.

"Grótið byrjaði snøgt sagt at 'upploysast', tá luft kom til, og eitt hol byrjaði at veksa frá tunnilsloftinum og uppeftir. Og tá tað einans eru 40-50 metrar millum tunnilsloftið og havbotnin, so bleiv tað eitt sindur spennandi," leggur Karlot afturat við einum skálkabrosi. 

Spenta støðan bleiv bjargað við, at ein múrur fyrst varð stoyptur upp fyri, so luft ikki slapp til vánaliga grótið.

Síðani sproytaði mann betong undir sera høgum trýsti inn í vánaliga grótið, og tá tað var stadnað, varð sprongt og borað víðari.

"Tað var heilt vist størsta avbjóðing, ið vit høvdu, og hon kundi fingið avleiðingar fyri, um tunnilin kundi gerast innan fyri ásetta tíð og fígging," ásannar Karlot Hergeirsson. 

Enn líktist alt sær sjálvum í Traðardali millum Sand og Skopun, har Sandoyartunnilin kemur upp. Men í morgin er alt broytt, tá ið tað er koyrandi til og úr oynni alt samdøgrið. 

Um middagsleitið í dag var friðarligt heima á Sandi, men tað verður øðrvísi í morgin, tá ið túsundtals fólk fara at vitja oynna í sambandi við, at Sandoyartunnilin letur upp. 

Hóast tunnilin gevur nógvar møguleikar, so setir hann eisini nógvar spurningar. Hvussu fer tað at ganga hjá kioskini á Bakarínum? Verður tað meira at gera? Ella fer tunnilin at gera, at fólk fara leita meira av oynni at keypa?

"Framburð við tunlinum? Sært tú nakran framburð?" spyr heimasandsmaðurin Martin Madsen, ið er 84 ár og fór til sjós sum 14 ára gamal.

"Allur tann framburður, ið vit hava havt, kemur frá sjónum og fiskivinnunum, men her hevur verið eiðasørt," átalar Martin, meðan hann peikar út á sjógv.

Martin, ið hvønn morgun støkkur inn á gólvið í Bakarínum, fegnast tó um, at menn í bygdini hava keypt og dríva Sandshav.

Og hóast hann ikki heldur, at tunnilin er nøkur trygd fyri framburði, so var nú gott, at sjúkrabilurin slapp at koyra gjøgnum tunnilin og inn á meginøkið, tá ið hann herfyri datt og breyt sær økslina. 

Gerandisdagurin heima á Sandi gekk í dag við somu ferð, ið hann plagar, og sum sømir seg lívinum á einari oyggj. Men møguleikarnir, ið koma við Sandoyartunlinum, fara óivað at gera, at ferðin á gerandisdegnum í Sandoy økist. 

Tað er nærliggjandi at hugsa, at við Sandoyartunlinum kemur ein innspræning av fólkum, orku og øðrum til Sandoy, og tað fer uttan iva at hava eyðsýndar broytingar við sær. 

Í dag koyrdu bilarnir enn beint fram til Skopunar og umborð á Teistan fyri at koma til Havnar. Men í morgin verður snarað til høgru. 

Er kopiera