Havsbrún missir fleiri hundraðtúsund krónur hvørja ferð streymslit er

Havsbrún missir fleiri hundraðtúsund krónur hvørja ferð streymslit er
"Longri streymur er burtur, truplari er tað hjá okkum at starta framleiðsluna uppaftur," sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún
Framleiðslan hjá Havsbrún í Fuglafirði verður nógv ávirkað, hvørja ferð tað er streymslit
Mynd: Savnsmynd  
 
20.12.2023 - 13:35

At streymurin er farin fleiri ferðir í seinastuni, er sera kostnaðarmikið hjá summum fyritøkum.

Ein teirra er Havsbrún í Fuglafirði.

Havsbrún tørvar fimm megawatt av mátti, tá ið framleitt verður. 

"Vit hava tvær verksmiðjur, og vit missa 12 tímar av framleiðslu, hvørja ferð streymurin fer. Tað merkir, at fóðurverksmiðjan ikki framleiðir 300 tons av fóðuri, meðan fiskamjølsverksmiðjan, ið framleiðir 2400 tons um samdøgrið, hevur mist 1200 tons. So tá nógv framleiðsla er, so hevur tað stórar fíggjarligar avleiðingar hjá okkum, tí vit missa fleiri hundraðtúsund krónur hvørja ferð," greiðir Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, frá. 

Stjórin í Havsbrún heitir á SEV um at siga frá, um stovnurin ivast í veitingartrygdini ávís tíðarskeið, eitt nú seinastu vikurnar, har ein nýggj battarískipan er sett í verk. 

 

Odd_Eliasen_Havsbrun_20122023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329