Nýggi barnagarðurin lekur

Nýggi barnagarðurin lekur
Hóast nærum spildurnýggjur, lekur nýggi barnagarðurin við Gøtugjógv. Eysturkommuna hevur, av tí sama, ikki goldið seinastu rokningarnar til byggiharran MT Højgaard
02.01.2024 - 19:24

Tað dryppar við Gøtugjógv. Tað hevur tað í roynd og veru gjørt, síðan barnagarðurin læt upp fyri einum hálvum ári síðan. 

Barnagarðurin hevur kostað kommununi oman fyri 50 milliónir krónur. 

Meðan børnini brúka spannir sum leikutoy uttanfyri, brúka starvsfólkini spannirnar innandura at seta undir lekarnar. Tað eru serliga við fleiri av takvindeygunum, at tað lekur.

Kommunan hevur av tí sama ikki goldið allar rokningarnar, sum hon skyldar byggiharranum MT Højgaard. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096