Belgia hevði meir at bjóða

bannari
Belgia hevði meir at bjóða
Belgia spældi ein munandi betur dyst leygardagin enn fríggjadagin, og tað gagnaði seinastu føroysku fyrireikingunum, helt Theis Horn Rasmussen eftir 34-29 sigur til Føroyar
06.01.2024 - 22:18

Belgia hevði munandi meir at bjóða leygarkvøldið. 

Dagin fyri vann føroyska hondbóltslandsliðið við monnum við heili 10 málum, men seinni venjingardysturin var munandi javnari, harðari og avgerðin fall ikki fyrr enn lutfalsliga seint.

 - Intensiteturin frá báðum pørtum fór eitt sindur upp í dag, og teir koma við eitt sindur meir, enn teir gjørdi í gjár, og tað var gott fyri okkum, segði Their Horn Rasmussen eftir 34-29 sigurin hjá Føroyum.

Fríggjakvøldið skeyt Føroyar heili 41 mál, men verjuspælið sat ikki, sum tað skuldi, hildu føroyingarnir. Tað var fragari í seinna dystinum, segði Theis Horn Rasmussen.

 - Tað varð betrað stórliga, haldi eg. Vit fáa spælt eina rúgvu av 5-1 verju í seinna hálvleiki, sum vit skuldu venja, so tað var fínt, og verjan var væl betri, enn hon var í gjár, segði stinni strikuspælarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542