Endi slitnaði í alibrúkinum í Froðba

Endi slitnaði í alibrúkinum í Froðba
Nógvur laksur er deyður, og einki verður sett útaftur, fyrr enn orsøkin til óhappið er kannað
Bakkafrost hevði eisini ein stóran skaða út fyri Froðba fyri trimum árum síðani, tá ódnarveður var av eystri. Tá var aliøkið nakað broytt. (Savnsmynd)
 
10.01.2024 - 11:10

Nógvur laksur er deyður í einum alibrúki hjá Bakkafrosti út fyri Froðba.

Orsøkin er, at ein endi slitnaði í illveðrinum, sum var beint fyri og eftir ársskiftið, og sum fekk nakrar aliringar at fella saman.

 

Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrosti. (Savnsmynd)

 

Talan er um nøkur hundrað tons av deyðum laksi, av teimum tilsamans umleið 3.500 tonsum, sum eru í alibrúkinum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur soleiðis um tilburðin:

 

10012024_Regin_um_Frodba

 

Regin Jacobsen sigur, at laksatøkan verður ikki stórvegis ávirkað.

Allur fiskurin í raktu ringunum verður tikin hesa vikuna, og tað, sum gongur eftir, verður tikið í næstum.

Bakkafrost hevði eisini ein stóran skaða út fyri Froðba fyri trimum árum síðani, tá ódnarveður var av eystri. Tá var aliøkið nakað broytt.

- At ein endi slitnar, má ikki henda, serliga í illveðri, sigur Regin Jacobsen. 

Tí fer Bakkafrost at kanna orsøkina væl og virðiliga, áðrenn fiskur aftur verða settur út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541