- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt uppskot til public service-sáttmála latið AMMR
Karmurin um redaktionella arbeiðið
Kringvarpið hevur latið Almanna- og mentamálaráðnum uppskot til public service-sáttmála, sum skal vera galdandi frá 2024 til 2028. Public service sipar til at vera í “fólksins tænastu”, og endamálið við sáttmálanum er sostatt at lýsa, hvussu Kringvarp Føroya tænir Føroya fólki. Public service-sáttmálin er karmurin um virksemið hjá Kringvarpi Føroya og skal lýsa kjarnuuppgávurnar. Sáttmálin tryggjar sostatt armslongdina millum politisku skipanina øðrumegin og redaktionellar avgerðir og miðlafakliga arbeiðið hjá Kringvarpi Føroya hinumegin.
Størri krøv
Nýggi sáttmálin vísir millum annað á, at lætta atgongdin og vaksandi nøgdin av tilfari á altjóða pallum hevur við sær, at fólk hyggja og lurta meira eftir útlendskum tilfari. Harða kappingin um miðlabrúkaran ger, at føroyingurin brúkar minni tíð til føroyskt tilfar. Enska málið vinnur meira fram, og málførið – serliga hjá børnum og ungum – er undir trýsti.
Miðlalandslagið er broytt, og miðlatilboðini eru øðrvísi í dag, enn tá undanfarnu sáttmálar komu í gildi. Privatu miðlarnir hava minni kreftir enn fyrr, og eitt vaksandi tal av brúkarum siga sosialar miðlar vera høvuðskelduna til sína tíðindanýtslu. Tilvísingarnar til føroyska mentan og samleika fækkast. Sum frá líður kann hetta elva til, at savningarmegin viknar, tí felagsskapurin millum borgararnar ikki er líka sterkur sum fyrr. Hetta kann, sum frá líður, ávirka samfelagsliga treystið og fólkaræðisliga tilvitið.
Alt hetta setur uppaftur størri krøv enn áður til leiklutin hjá Kringvarpi Føroya sum savnandi miðil í føroyska samfelagnum.
Strategisk tilgongd til avbjóðingina
Kringvarp Føroya er ein framleiðslustovnur og kann ikki einsamallur standa fyri eini breiðari fólkaræðisligari og mentanarligari tilbúgving. Stovnurin hevur ikki stóra ávirkan á miðlavanar, talgildar førleikar og keldukritiskar førleikar millum okkara borgarar. Tí má politiska skipanin eisini stuðla upp undir eina fólkaræðisliga og mentanarliga tilbúgving á øðrum økjum, serliga á útbúgvingarøkinum.
Kringvarp Føroya fer í sáttmálaskeiðnum kortini at leggja stóran dent á tørvin á hesi tilbúgving og at tillaga virksemið soleiðis, at tað samsvarar við nýggjastu avbjóðingarnar. Fyri at leggja upp fyri ávirkanini uttaneftir, má ein nýggjur public service-sáttmáli seta munagóð átøk á breddan. Kringvarpið fer at leggja eina arbeiðsætlan í 2024, sum fer í smálutir við, hvussu málsetningarnir í public service-sáttmálanum kunnu røkkast.
Vilja røkka 4 av 5 hvønn dag
Sum eisini er nevnt í nýggja sáttmálanum, fer Kringvarp Føroya undir eina miðvísa arbeiðsætlan fyri allan stovnin, sum skal virka innan fyri karmarnar í public service-sáttmálanum, og sum skal seta eina greiða kós fyri stovnin sum heild og allar deildirnar komandi árini. Strategiska málið hjá Kringvarpi Føroya verður, at 4 av 5 føroyingum brúka kringvarpspallarnar hvønn dag. Nýtsla av kringvarpstilfari á sosialum miðlum er ikki íroknað í sambandi við henda málsetningin.
Fyri at røkka málinum skulu týðandi átøk fremjast serliga innan trý øki: (1) tøkniliga infrakervið skal styrkjast, (2) framleiðsluætlanir skulu tillagast fyri deildirnar Aktuelt og Mentan, og (3) starvsfólka- og førleikaætlanir skulu málrættast og skipast. Fyri at halda neyvt eyga við gongdini fer stovnurin eisini at gera regluligar kanningar av nøgdsemi, áliti og nýtslu millum borgarar í landinum. Nýggja arbeiðsætlanin – ella strategiin – fyri Kringvarp Føroya, sum nágreinar omanfyrinevnda, verður liðug í 2024. Public service-sáttmálin inniheldur fleiri ítøkiligar málsetningar, sum eisini stuðla upp undir málið um at røkka 4 av 5 føroyingum. Eitt nú innan krepputilbúgving, kringvarpssavn, aktuelt, mentan og annað.
Bólturin liggur nú hjá politisku skipanini
Public service-sáttmálin er nú til viðgerðar í fyrisitingini og verður síðani grundarlag undir einum aðalorðaskifti um public service í løgtinginum. Kringvarpsstýrið og kringvarpsleiðslan síggja fram til eitt konstruktivt politiskt orðaskifti, og at samstarvið millum stovnin og politisku skipanina kann leggjast í eina trygga legu komandi fýra árini.
Stýrið fyri Kringvarp Føroya: Annika Eidesgaard, Gunvá við Keldu, Mathea Hilduberg, Høgni Reistrup, Rógvi Olavson (formaður), Finnur Koba, Michael Koba.
Les um stýrið her.