Stórur hassjfongur: 24 kilo í bili

Stórur hassjfongur: 24 kilo í bili
Tá ið Norröna kom á Havnina í gjáramorgunin, funnu tollarar 24 kilo av hassji í einum bili. Ein maður og ein kvinna, bæði donsk, eru varðhaldsfongslað.
Tollarar steðgaðu í gjáramorgunin teimum báðum fólkunum, sum høvdu 24 kilo av hassji í bilinum
 
16.01.2024 - 20:18

Tey bæði fólkini eru skuldsett fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av rúsevnum. Tey vóru eftir grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgun varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Politiið sigur talan vera um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hassji, sum vildi havt eitt søluvirði oman fyri sjey milliónir krónur.

Kannað verður nú millum annað, hvør skuldi taka ímóti hassjinum í Føroyum, men annars hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær upp í 10 ára fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026