Peningurin úr Íleggingargrunninum kemur væl við

Peningurin úr Íleggingargrunninum kemur væl við
Verandi inntøkur røkka ikki til stóra tørvin á útbyggingum á flogvøllinum, og í ringasta føri hevði verið neyðugt at hækka ferðaavgjaldið munandi
Nógvar útbyggingar skulu gerast á flogvøllinum, tí ferðafólkatalið er aftur farið at vaksa.
 
19.01.2024 - 18:00

Skuldi Vága floghavn sjálv fíggjað tær 350 mió. kr. til ymsar útbyggingar, sum landsstýrið ætlar at lata floghavnini úr Íleggingargrunninum, hevði verið neyðugt at hækka ferðaavgjaldið 120 kr.

Gjaldið er í løtuni 170 kr.

Ferðafólkaavgjaldið er ein av høvuðsinntøkunum hjá Vága floghavn.

 

Regin I. Jakobsen er stjóri í Vága floghavn. (Savnsmynd)

 

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, fegnast um ætlanirnar hjá løgmanni, at flogvøllurin skal fáa pening úr Íleggingargrunninum til nýggja farstøð.

Tí verandi inntøkur megna ikki at fíggja stóra tørvin á útbyggingum í Vágum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19012024_Vaga_floghavn

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947