- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar reglur fyri frukt og grønmeti
Eingin merking er kravd á frukt og grønmeti - tað merkir, at hesar vørur ikki skulu merkjast við seinasta søludegi ella einum "Best fyri" degi.
Tær eru merktar við nær tær eru pakkaðar, men annars er tað upp til seljaran og keyparan sjálvan at meta um, hvørt vøran kann seljast og hvat hon kann seljast fyri.
Tað er tí ikki ímóti reglunum at selja frukt, sum ikki er heilt frisk.
Tó er ikki loyvt at selja mat, sum ein kann gerast sjúkur av.
Tað sigur Malan Nicholinudóttir Mikkelsen, á Heilsufrøðiligu starvstovuni.
Kringvarpið hevur verið í nøkrum handlum og hugt eftir, hvat verður "niðurprísað" - tað merkir, at prísurin verður settur niður, tí seinasti søludagur nærkast.
Flestu handlar, sum vit vitjaðu, høvdu vørur sum vóru merktar við einum "minni matoyðsl" merki og lægri prísi.
Tað er tó ógvuliga stórur munur á góðskuni á teimum vørum, sum liggja frammi.
Eitt nú keyptu vit púra frísk og vælsmakkandi niðurprísaði bláber í einum handli fyri 25 krónur.
Aðrstaðni vóru nøkur meira ella minni spilt jarðber til sølu fyri 20 krónur.
Krøv um merking
Øðrvísi er tað við eitt nú viðskera sum livurpostei, rullipylsu og høsnasalati. Her er krav um merking - tað vil siga, at tað skal standa á vøruni nær hon er pakkað og nær hon gongur út.
Tað er ikki loyvt at selja vøru, sum er útgingin hóast hon er niðurprísað.
Aðrar merkingar eru: Best fyri. Tað er ofta turrar vørur so sum keks, havragrýn og annað sum verður merkt við hesum. Tað eru vørur sum hava longri haldføri og ikki neyðturviliga eru vandamiklar hóast tær ikki eru heilt frískar.
Eftir ES-merking er loyvt at selja vørur eftir "Best fyri" dagfesting. Hetta er tó ikki loyvt í Føroyum.
Ein triðja merking er "seinsati nýtsludagur". Er vøran farin yvirum seinasta nýtsludag er ikki loyvt at selja hana - heldur ikki, hóast prísurin er settur niður.
Innkeyp eftir niðurprísing
Hugtakið niðurprísing verður brúkt um eina skipaða roynd at selja vørur áðrenn tær verða ov gamlar. Tað snýr seg eisini um at vera tilvitaður um at góður matur fer til spillis hvønn dag.
Tí er avgerandi at hava eina góða skipan til hetta.
Í Á handlinum hava tey brúkt niðurprísing leingi og tey hava greiðar reglur um nær tey niðurprísa og nær tey koyra burtur.
Tað ber til at at leggja til rættis matgerð og innkeyp eftir hvørjar vørur eru niðurprísaðar og nógv gera tað, sigur Kristjan Wolsing virkandi leiðari í Føroya Keypsamtøku.
Tey hava góðar royndir við niðurprísing og fleiri kundar fara beint eftir diskinum við hesum vørum, tá tey koma í handilin, sigur hann.
SMS samtakið arbeiðir við at menna eina skipan, sum skal gera hetta økið betur hjá teimum, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS samtakinum.
Sum er hava tey eina telduskipan, sum sigur nær vøran gongur út, og tað er upp til tann eintaka handilsleiðaran at gera av, hvussu vøran verður prísað.
Vit hava spurt okkara lesarar um teirra royndir við at keypa niðurprísaðar vørur.