Virkandi prestur í Sjóvar prestagjaldi

Virkandi prestur í Sjóvar prestagjaldi
Tummas Kannuberg bleiv í gjár virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi
Tummas Kannuberg, prestur.
 
22.01.2024 - 06:03

Tummas Kannuberg bleiv í gjár virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.

Sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen, er í lestrarfarloyvi frá 1. januar til 31. mai.

Tummas Kannuberg er ættaður úr Leirvík. 

Hann tók prógv sum gudfrøðingur í lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2021. 

Hann hevur síðani millum annað verið námslektari á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og virkandi sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg.

Í Sjóvar prestagjaldi eru bygdirnar Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Strendur, Innan Glyvur, Skála, Skálafjørður og Oyndarfjørður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815