- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólk hjá donsku fólkakirkjuni fyri happing

Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum millum annað Kirkjumálaráðið hevur umbiðið, skrivar danska kringvarpið.
Kanningin fevnir um alt landið, har hugt verður at arbeiðsumhvørvinum í fólkakirkjuni.
Kanningin er grundað á spurnarblað, sum 7.570 starvsfólk hava svarað.
Meira enn sjeyndi hvør av teimum spurdu svarar, at tey hava verið fyri happing á arbeiðsplássinum seinastu 12 mánaðirnar.
Tveir triðingar halda somuleiðis ikki, at happingin verður handfarin rætt av arbeiðsplássinum.
Í 2023 vísti yvirlit hjá Arbeiðseftirlitinum, at níggju prosent av øllum løntakarum hava verið fyri happing á arbeiðsplássinum seinasta árið.
Í fólkakirkjuni er talið 14,4 prosent.


























