Tænastumannakanningar kunnu vera almennar

Tænastumannakanningar kunnu vera almennar
Landsstýrið kann avgera, at málsviðgerðin verður almenn, um tænastufólkið saman við fakfelagi sínum krevur tað
Tænastumannakanningar eru ikki almennar, men málsviðgerðin kann verða almenn, um tænastufólkið saman við fakfelagi sínum krevur tað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2024 - 17:00

Tænastumannakanningar eru ikki almennar og heldur ikki rættarfundir í sambandi við tær.

Men landsstýrið kann avgera, at málsviðgerðin verður almenn, um tænastufólkið saman við fakfelagi sínum krevur tað.

Annars verður almenn frásøgn um tað, sum kemur fram í avhoyringum og á rættarfundum, revsað við sekt.

Tað sigur tænastumannalógin um tænastamannakanningar. 

Har stendur, at tænastufólk kunnu fyribils vera frásett ella flutt í annað arbeiði, tá illgruni er um, at tey hava mist tað álit, sum starv teirra krevur.

 

Rætt til hjálparfólk

Tænastufólk hava rætt til at hava hjálparfólk, tá tey vera avhoyrd.

Hesi hjálparfólk kunnu vera frá fakfelagnum, tænastufólk frá avvarðandi stovni ella ein advokatur.

Tænastufólk hava rætt til at koma við skrivligum frágreiðingum, eisini eftir at avhoyringar eru lidnar.

Tá kanningin er liðug, kemur kanningarleiðarin við einari frágreiðing. 

Um landsstýrið biður um tað, skal kanningarleiðarin eisini koma við tilmæli um avgerð í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525